02-12-2009

Fjórði og fimti januar frídagar

Tveir felags frídagar eru í hesum skúlaárinum.

198 skúladagar eru tilsamans, og skúlaárið í musikkskúlanum fylgir fólkaskúlanum.

Í hesum skúlaárinum eru 2 dagar til taks, ið skúlamyndugleikarnir á staðnum kunnu brúka sum frídagar. Av tí at fólkaskúlarnir runt landið leggja frídagin ymiskar dagar, kann tað elva til trupulleikar í undirvísingini hjá musikkskúlalærarum. Vit áseta tí at felags frídagar í musikkskúlanum verða mánadagin 4. januar og týsdagin 5. januar 2010.

Um so er, at ein skúli ella lærari heldur vil nýta annan frídag, kunnu lærari og leiðari á staðnum gera avtalu um tað.

Rundskrivið í fullari longd sæst niðanfyri, og her sæst somuleiðis nær ið fólkaskúlin hevur royndir.

Rundskriv um frídagar í fólkaskúlanum 2009/2010

Martin Mouritsen