27-10-2008

Felags frídagur 5. jan 2009

Skúlaárið í musikkskúlanum fylgir fólkaskúlanum. Í hesum skúlaárinum er 1 dagur til taks, ið skúlamyndugleikarnir á staðnum kunnu brúka sum frídag. Av tí at fólkaskúlarnir runt landið leggja frídagin ymiskar dagar, kann tað elva til trupulleikar í undirvísingini hjá musikkskúlalærarum. Vit áseta tí, at felags frídagurin í musikkskúlanum verður mánadagin 5.januar 2009.

Um so er, at ein skúli ella lærari heldur vil nýta annan frídag, kunnu lærari og leiðari á staðnum gera avtalu um tað.

Martin Mouritsen, leiðari