06-10-2011

European Music School Union vitjar musikkskúlaskipanina

Formansskapurin í europeiska musikkskúlasambandinum vitjar í Føroyum 7.-9. oktober.

Í EMU eru 4 miljónir næmingar og 150.000 lærarar í 6000 musikkskúlum í 26 europeiskum londum.

Føroyska musikkskúlaskipanin hevur atlimaskap í European Music School Union. Hetta er fyrsti nevndarfundur hjá nývalda presidiinum.
Tey vitjandi eru úr Sveis, Týsklandi, Hollandi, Italia, Finnlandi, Kekkia og Estlandi. EMU forkvinnan Helena Maffli hevur leygardagin eina framløgu um EMU fyri lærarum og leiðarum í musikkskúlaskipanini.

Landblásarasorkestrið ið er mannað við framkomnum næmingum og spælarum og kórið Tarira fara at framføra nøkur føroysk verk fyri EMU nevndini.

Tað var í apríl mánaði 2008 at Martin Mouritsen var á aðalfundi hjá “European Music School Union” í Bruxelles. Á fundinum skuldu EMU limalondini við atkvøðugreiðslu taka støðu til um Føroyar kundu fáa atlimaskap.

Tað varð einmælt samtykt at Føroyar frá 1.juni 2008 hava eygleiðarastøðu við talurætti og ongum atkvøðurætti.

Hetta merkir at Føroyar fáa somu kunning sum øll limalond í EMU, og at Føroyar kunnu vera við á fundum og fáa innlit í øll mál.

Størsta týdningin fær helst tað stóra netverkið og tey persónligu sambondini.

Føroyar eru fyrsta sjálvstýrandi landið, sum ríkisrættarliga er partur av øðrum landi, sum fær atlimaskap í EMU. Ein grundgeving fyri serstøðuni er, at Føroyar, sum kunnugt, hava egnu mentan, lógir og mentanarpolitikk.


EMU heimasíða:
http://www.musicschoolunion.eu/