16-07-2008

Dávur 1. trombon í Skotlandi

22 ára gamli Dávur Juul Magnussen úr Havn er settur í starv sum 1.trombonleikari í skotska symfoniorkestrinum "The Royal Scottish National Orchestra". Hann byrjar 1. august 2008, og er yngsti leikari í orkestrinum.

Orkestrið:
http://www.rsno.org.uk/cms/content/view/46/245/

Lærari hjá Dáva, øll árini í føroysku musikkskúlaskipanini, var Kenneth Jones.

Dávur gongur nú á øðrum ári á ”Royal Scottish Academy of Music and Drama” í Glasgow http://www.rsamd.ac.uk/music/brass_staff.htm

10. juli eru tíðindi í Classicalsource.com

11.juli er grein í skotsku avísini "The Herald".


Vit ynskja teimum báðum, Ken og Dáva, til lukku.

Martin Mouritsen, leiðari