20-11-2006

Dagførdar tíðir til royndirnar 21.- 24. nov.06

Seinasta dagføring: mánadagin 20. november kl 15:30

Klokkutíðir fyri dagarnar 21.-24. november kunnu síggjast undir “ skjøl” á vinstra bredda. Allar royndirnar verða hildnar á loftinum í musikkskúlanum á Frúutrøð í Havn.

Best er at møta í góðari tíð, so at til ber at hita upp áðrenn sjálva royndina.
Jane Gregson er próvdómari, og føroyskur tulkur er til staðar.

Tað er ikki loyvt at hava kopi av nótum inn við til royndir. (Tað er tó loyvt at hava kopi í teimum longu stykkjunum um ein vil sleppa undan at blaða).

Tónastigar og tríljómar skulu spælast uttanat. Fyrst verður næmingurin biðin um at spæla nakrar tónastigar – síðan nakrar tríljómar. (t.d ikki F-dur tónastiga og beinanvegin F-dur tríljóm).
Legato ella staccato verður eisini biðið um.

Best er um næmingurin hevur ein lepa inn við so próvdómarin sær raðfylgjuna á stykkjunm (t.d A1, C2, B3).

Um røddin er í broyting, kann tað vera gott at vita hvør lega er best fyri næmingin at syngja ella murra.

Vit royna at gera umstøðurnar so góðar sum til ber, og øll skulu kenna seg vælkomnan til roynd.

Spyr, um okkurt er!

Martin Mouritsen
Tlf 216462