19-01-2010

Crossover konsert

Tónleikarar á veg, 21. jan. í Mentanarhúsinum og 24. jan. í Skálanum í Norðurlandahúsinum.

Markið millum ymisk tónleikarák verður viskað út í hesari konsert. Hugburðurin er, at góður tónleikur ávirkar kropp og sál uttan mun til søguligu ella mentanarligu bakgrundina.

Um tónleikurin er klassiskur evropeiskur, afroamerikanskur, latínamerikanskur, úr balkanlondunum, folkatónleikur, avantgarde, naivistiskur....ger ongan mun, bara hann megnar at útloysa eitt upplivilsi.

Hetta bera næmingarnar fram í verki, tá teir, sum eru í klassisku og í rútmisku deildini, leika saman í fordómsfríum samstarvi. Tónleikurin til hesa konsertina er skrivaður til høvið av Kim Kristensen, lærara í Musikkskúla Miðnámi. Kim Kristensen hevur drúgvar og fjøltáttaðar royndir sum tónleikari.

Royndi big band- og hornorkesturleiðarin Ólavur Olsen hevur átikið sær at stjórna orkestrið.

Skrá

(raðfylgjan kann broytast)

“Opnar huðrar”

“Stórt verk”

Og nøkur smærri verk:

“Floytutvíkampur”

Marta Johannesen og Elsa Maria Dam á floytu

Remi K. Johannesen, slagverk

“Trio fyri 14 streingir”

Anna á Váli Smith og Kristina á Váli, sello

Ísak Petersen, 6 streingjaður elbassur, Per I. H. Petersen, slagverk

“Mekansisk Gittaraduo”

Maria Olsen og Alvi Joensen, gittarar

“Frá stein til stein”

“Kavi”

Konni Kass Jacobsen, saksofon, Ísak Petersen, 6 streingjaður elbassur,

Búgvi J. Magnussen, slagverk, Kim Kristensen, tangentar

“Stór fet- smá fet”

“Hvør kemur?”

Jóhannes J. Müller, elgittari, Kim Kristensen, tangentar,

Remi K. Johannesen, slagverk, Karl Andrias Stórá, bassur.