14-08-2007

Blásaravikuskifti á Eiði

Av tí at Norðljómur fyllir 20 ár ætlað vit at markera árið á ymsan hátt. Í tí sambandi verður í døgunum 8 og 9 september 2007 orkestur vikuskifti á Eiði har ætlanin er, at allir næmingar, ið blása í ljóðføri og spæla trummur/percussion vera við.

Ætlanin er at gera 3 harmoniorkestur til høvið. Byrjannar grade 1 - 3, miðal grade 3 - 5 og víðarikomin grade 5 - 8.

Vit møta í skúlanum á Eiði fríggjakvøldið kl. 18.00 og enda sunnudagin við konsert kl.15.00. Kostnaður fyri alt vikuskiftið er 150 kr, ið verður goldið á staðum. Her er íroknað máltíðir og uppihald.

Lærarin gevur henda lepan til næmingarnar, soleiðis at teir tekna seg til aftur hjá tykkum. Tilmeldingarfreist er í síðsta lagi mánadagin 3 september. Lærarin sigur í telduposti til musikkskúlan Norðljómur á teldubústað: susanna.k.hammer@skulin.fo hvørjir næmingar verða við.



Navn.................................................................................................



Føddur...................... tlf...............................



Ljóðførið.........................................................................................



Ynskir at spæla í orkestrrið Byrjannar ___ Miðal___Víðarikomin___ (set kross)

Vit gleða okkum til eitt gevandi vikuskiftið saman við tykkum

Vegna Norðljóm

Ólavur Olsen og Oddur Hentze Tlf: 504740 og 224171