02-10-2009

Blásaraorkesturstevna í Runavík

Orkesturvikuskifti við fleiri enn 200 blásaranæmingum úr øllum landinum verður í Runavíkar skúla  í døgunum 2. – 4. oktober. Næmingar á øllum stigum, byrjarar, miðstig og framkomin, eru við í venjingum og felagstiltøkum.

Vikuskiftið endar við stórari almennari konsert í mentanarhúsinum Løkshøll í Runavík sunnudagin 4. oktober kl. 16.00.