10-09-2008

ABRSM tilmelding 19. sept. 2008

Royndir í ljóðførisspæli verða ta síðstu vikuna í november 2008.

Tilmeldingarblað - gjald og kostnaður.

Próvdómari frá “Associated Board of the Royal Schools of Music” kemur higar. Tulkur er til staðar.
ABRSM er enskur metingarstovnur ið virkar um allan heimin.

Tilmelding
Næmingar tekna seg sjálvbodnir, og støðutakan eigur at verða tikin í samráð við lærara.

Endamál
Royndirnar geva næmingum møguleika at seta sær ávegis mál, og at fáa eina meting eftir altjóða støði. Prógv verður givið, tá ið royndin er staðin.

Um royndirnar:

Preparatory Test er ein roynd fyri byrjarar. Skrivligt ummæli verður givið beinanvegin.

Stig 1, 2, 3, 4, og 5:
· Næmingurin spælir trý sjálvvald stykkir av ABRSM lista, ið hann hevur lært seg frammanundan.

· Næmingurin spælir teir tónastigar (skalair) og tríljómar (arpeggios), sum standa í ABRSM skránni.

· Næmingurin spælir eitt stutt stykki, sum hann ikki hevur sæð frammanundan.

· Næmingurin verður biðin at klappa antin pulsin ella melodi-rútmuna meðan próvdómarin spælir á klaver.

Næmingurin skal siga um stykkið gongur í tveimum, trimum ella í fýra sløgum í taktini.

· Próvdómarin spælir ein stuttan setning fyri næminginum tvær ferðir. Næmingurin verður biðin at syngja ella murra tað sama beint eftir at dómarin er liðugur.

· Á hægru stigunum verður næmingurin biðin at syngja nakrar tónar eftir nótum. Próvdómarin spælir fyrsta tónan og spælir eisini rætta tónan, um næmingurin fer skeivur.

Stig 6, 7 og 8:
Fyri at sleppa til roynd á ljóðføri ella í sangi í 6., 7., og 8. stigi, skal næmingurin hava staðið skrivligu teoriroyndina á 5. stigi.

Performance Assessment er fyri tónleikarar eldri enn 21 ár, bæði byrjarar og yrkisleikarar, sum ynskja eitt óheft og professionelt skrivligt ummæli beinanvegin, og eina samrøðu við próvdómaran.

Um hægri próvtøkur svarandi til 1. og 3. ár á konservatorium og loknar tónleikaútbúgvingar fæst nærri at vita hjá

Musikkskúlaskipanini Hoyvíksvegur 72 FO 100 Tórshavn tlf 316462 fax 316991 ella hjá Martin Mouritsen, leiðara, tlf 216462 t-postur: martin@mmr.fo

Tónleikur til royndirnar


ABRSM heimasíða

Martin Mouritsen