06-09-2006

Á miðnámsstigi - hægri enn 5.stig

ABRSM royndir á stigunum 6-8 kunnu metast ájavnt miðnámsstigi.
Fyri at kunna fara til roynd í ljóðførisspæli ella sangi á hægri stigi enn 5. stigi, skal skrivlig teoriroynd á 5. stigi vera staðin.


Omanfyri 8.stig eita prógvini
ABRSM Diplom, Licentiate og Fellowship.

Diplom-royndirnar svara til ávikavist 1.ár á konservatorii, 3 ár á konservatorii og loknað konservatoriiútbúgving.

8. stig skal vera staðið ella skal ein kunna vísa til samsvarandi førleika á annan hátt fyri at tekna til.

-------------------------

Teoriroyndir.
Skrivligar royndir í musikkteori eru tríggjar ferðir um árið, í mars, juni og november. Royndirnar eru á enskum og undirvísingartilfar er somuleiðis á enskum.