18-10-2010

97 næmingar til roynd

Í november 2010 fara 97 næmingar í musikkskúlaskipanini til próvtøku hjá “Associated Board of The Royal Schools of Music”. Próvdómari úr London kemur higar og tulkur er til staðar.

Royndir verða hildnar frá týsmorgni 23. november til leygardagin 27. november.

Flestu royndirnar verða hildnar á loftinum í musikkskúlanum á Frúutrøð í Havn, og møguliga verður farið aðrastaðni eisini.


Á stigunum 1.- 4. eru 84 tilmeldaði, og á stigunum 5.- 8. eru 13 tilmeldaði.

Les meira um royndirnar: http://www.musikkskulin.fo/Default.aspx?pageid=6947

Martin Mouritsen
tlf 216462