06-10-2009

84 næmingar til roynd

Til heystroyndina hesaferð hava 84 næmingar meldað seg at fara upp hjá “Associated Board of The Royal Schools of Music”.

Byrjað verður mánadagin 16. november 2009, og royndirnar verða hildnar á loftinum í musikkskúlanum á Frúutrøð í Havn.


Á stigunum 1.- 4. eru 67 tilmeldaði, og á stigunum 5. til 8. eru 17 tilmeldaði.

29 eru úr Havn, 25 úr Vágum. Hinir næmingarnir koma úr øllum landinum, og øll ljóðføri eru umboðaði.