24-11-2009

4. flokkur orkestur

Næmingar í 4. flokki í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík fáa hetta skúlaárið undirvísing í blásiljóðføri.

Musikkskúlalærarar standa fyri undirvísingini sum fer fram í Klaksvíkar Tónlistarskúla. 

Ætlanin er bygd á at læra børnini at spæla saman í orkestri beinanvegin. Líknandi verkætlanir eru fyrr royndar fleiri staðni kring landið við góðum úrsliti.