17-05-2006

26. mai frídagur

Skúlaárið í musikkskúlanum fylgir fólkaskúlanum.

Í rundskrivi stendur, at í skúlaárinum 2005/2006 verður 1 dagur til taks, ið skúlamyndugleikarnir á staðnum kunnu brúka sum frídag.

Av tí at fólkaskúlarnir runt landið leggja frídagin ymiskar dagar, kann tað elva til trupulleikar í undirvísingini hjá musikklærarum.

Vit áseta tí felags frídag í musikkskúlanum at vera 26.mai 2006.(Kr. himmalsferðardagur er hósdagin 25. mai)

Um so er, at ein skúli ella lærari heldur vil nýta annan frídag, kunnu lærari og leiðari á staðnum gera avtalu um tað.



Rundskrivið í fullari longd:

Rundskriv um frítíð og frídagar í fólkaskúlanum
skúlaárið 2005/2006


Summarfrítíð: leygardagin 25. juni - sunnudagin 14. august
Heystfrítíð: leygardagin 8. oktober - sunnudagin 16. oktober
Jólafrítíð: leygardagin 17. desember - mánadagin 2. januar
Páskafrítíð: leygardagin 8. apríl - mánadagin 17. apríl
Flaggdagur: týsdagin 25. apríl
Dýri Biðidagur: fríggjadagin 12. mai
Kr. Himmalsfarardagur: hósdagin 25. mai
Hvítusunnufrítíð: leygardagin 3. juni - mánadagin 5. juni
Summarfrítíð: leygardag 24. juni – sunnudagin 13. august

Allir nevndu dagar vera roknaðir sum frídagar.

Árliga skúladagatalið er 198 dagar.

Í skúlaárinum 2005/2006 verður 1 dagur til taks, ið skúlamyndugleikarnir á staðnum kunnu brúka sum frídag.

Skrivliga próvtøkan í fólkaskúlanum byrjar mánadagin 15. mai og endar fríggjadagin 19. mai 2006.

Munnligu próvtøkurnar í fólkaskúlanum verða í tíðarskeiðinum frá týsdegnum 6. juni til hósdagin 22. juni, báðir dagar íroknaðir.

Eingir frídagar verða lagdir teir dagar, ið eru settir til skrivliga ella munnliga próvtøku ella í praktikktíðarskeiðnum hjá skúlunum.

Mentamálaráðið

Skjalið kann eisini prentast út undir "skjøl"



(skriv upprunaliga lagt á heimasíðuna 06-02-2006)

(á myndini omanfyri sæst Norðljómur í Vík)