20-11-2011

130 næmingar til ABRSM stigaroyndir í ljóðførisspæli

Í november 2011 fara 130 næmingar í føroysku musikkskúlaskipanini til próvtøku hjá “Associated Board of The Royal Schools of Music”. ABRSM er professionellur enskur metingarstovnur, sum ger metingar fyri næmingar ið fáa undirvísing í tónleiki.

Royndirnar verða hildnar í Vágum, Suðuroy, Klaksvík,  og í Havn. Nakrir ungir orgulnæmingar fara til roynd á urguni í Havnar Kirkju. 

Byrjað verður mánamorgunin 21. november og hildið verður fram til týsdagin 29. november. 

Á stigunum 1.- 4. eru 106 tilmeldaði, og á stigunum 5.- 8. eru 23 tilmeldaði.
Helvtin er úr Havn og hin helvtin úr øllum landinum.

Les meira um royndirnar: http://www.musikkskulin.fo/Default.aspx?pageid=6947

Martin Mouritsen

tlf 216462